Tú mást siga kundanum, hvat næsta stigið er.
- SIP Media

- May 15
- 2 min read

Fyrsta áheitan, onnur áheitan.
Eitt CTA er ein tann besti mátin, at fáa kundan tættari, til at keypa frá tær, bíleggja eina tíð, ella at skapa samband.
CTA stendur fyri "Call-to-action".
Teir eru stuttir setningar, sum biðja kundan gera okkurt: “Keyp her” ella “Learn more”.

Nakrar fyritøkur nýta tvey (ella fleiri) CTA, tí tveir ymiskir bólkar av kundum koma inn.
Fyrsta CTA er til kundan, sum vil keypa nú.
Annað CTA er t.d. til kundan, sum vil lesa eitt sindur meira.
Booking.com vil hava teg at trýsta á “Search” fyrst.
Men, um tú ikki ert klárur til tað, fært tú eitt tilboð til leigubilar. Tað kann fanga nøkur.
Men, um tú ikki vilt tað heldur, fært tú ein kjans at spara 15% á tín næsta túr í summar.

Men, enn eru nøkur enn ikki fangaði. Tey leita eftir onkrum øðrum upplýsingum.
Soleiðis hjálpir Booking.com teimum:

Á einari heimasíðu vilja fólk alt møguligt, men tey byrja á sama staði.
So, ger tað einfalt fyri teir ymisku bólkarnar at koma víðari.
Tað er ikki bara tú, sum vil hava kundan til næsta stigið.
Kundin vil sjálvur fara til næsta stigið. (Nøkur gloyma hetta)
Krevja av kundanum, beinaveg.
Tá kundarnir eru longu áhugaðir, er tað ikki neyðugt at hava eitt fitt ella róligt CTA, sum “Vilt tú lesa meira? Trýst her!”
Fyrsta orðið í tínum CTA (Call-to-action), skal biðja kundan gera okkurt.
Tað fyrsta orðið:
“Les víðari”
“Lær meira”
“Keyp her”
Ikki spyr ella ger tað óvanliga fitt.
Hann hugsar ikki “hatta ljóðar krevjandi”, um hann longu vil fara til næsta stigið.
Við hesum, koyrir tú alt tað vekk, sum kann forvirra kundan.
Tú gert tað styttri og einfaldari.
Hvat kann ganga galið?
“Tað er enn ikki greitt!”
Ding-ding-ding!
Ger eitt greitt CTA, sum øll skilja.
Tað sum sløkkur áhugan skjótast, er at síggja eitt CTA man ikki skilur.
Kundin veit ikki, hvat hann er við at trýsta á, so hann letur bara vera.
Ímynda tær kundan frammanfyri tær.
Sig tað ærligasta og stytsta tú kanst siga, sum hjálpir kundanum á næsta trinið.
“Keyp her.” er gott.
Kundin veit hvat hann skal vænta hinumegin knappin.
“Learn more” kann vera gott.
Gott: Einfalt - man væntar meira upplýsingar hinumegin knappin.
Ringt: So mikið brúkt, tað er ikki fangandi, sum oftast.
“Yaba-daba-doo” ikki gott.
Grundgeving: ikki neyðug.
Um tú ikki orkar alt halløj'ið við lýsingum, sosialum miðlum, o.a. so geri eg tann partin fyri fleiri fyritøkur.





.png)
Comments