Ikki gera lýsingar sum raka teg.
- Sigmundur Pálsson

- May 10
- 2 min read
Updated: May 11
Bara ein pikku-everska lítlan málbólk? Fá tey at elska teg.
Steve Jobs (Apple fýrurin) vildi ikki brúka Windows til hansara teldur. Steve Jobs hevði sínar tørvir, í mun til hvussu ein telda skuldi vera og síggja út.
Windows nøktaði als ikki tann tørvin.
Lenovo, HP, Asus brúktu Windows.
Men, Steve Jobs vildi hava at tað skuldi vera á hansara hátt.
So hann gjørdi sítt egna: MacOS.
Nú hevði Apple fanga ein smáan, men serstakligan málbólk.
Ein entusiastiskan málbólk.
Kundar sum løgdu í øgiliga nógv í, hvørja teldu teir keyptu.
Apple gjørdi tað sama sum hinar farteldu fyritøkurnar: Lenovo, HP, Asus.
Men kappaðist ímóti Windows.
Um Lenovo koyrir eina nýggja funku út, tíma kundarnir hjá ASUS lætt at skifta yvir.
Men ikki kundarnir hjá Apple.
Teir hava ein loyalitet til Apple og teirra Mac teldur, tí tær eru annarleiðis.
Nú á døgum hevur tann smái málbólkurin, fingið nógv onnur (sum ikki leggja líka nógv líka nógv í) at keypa vøruna.
“Tey elska hesar teldurnar, so hon má nokk vera góð” og so brúka 15.000kr á eina farteldu.
Byrjaðu við einum smærri málbólki enn Windows, men nú selja teir meira enn Windows, Asus, Lenovo og HP um árið.
Tilsamans.
Apple: $416 milliardir.
Windows, Asus, HP og Lenovo: $381 milliardir.
Hetta er sølan tilsamans í 2025 hjá virkjunum, tí keldurnar blivu ov óálítandi, tá eg smalkaði tað til farteldur.
Hvussu tú skalt tosa við tín málbólk.
Nå, kundarnir hjá Apple elska Apple. So vita vit tað.
Men hví?
Tað handlar nógv um branding, marknaðarføring, lýsingar og bla-bla-bla. Eg elski tað arbeiðið, men ikki tey flestu.
Tað er eisini øgiliga nógv meira einfalt, enn man heldur tað er.
Tá tú gert eitt filmsbrot um tína vøru, ikki bara fortel um vøruna. Tú mást fortelja um vøruna.
T.d. ikki fortel allar fyrimunirnir tú hevur. Fokusera á ein fyrimun, sum hjálpir einum málbólki.
Nøkta tann tørvin serstakliga, og ignorera hinir eitt sindur.
Spyr ein spurning, sum:
“Vilt tú hava undirhald uttan skermin?”
ella
“Vilt tú hava ein róligan date við makanum?”
Og so sel títt Lego.
Um tú selur eina sláimaskinu, ikki nevn tveir fyrimunir, sum hjálpa tveimum ymiskum kundum.
Um teir eru til sama kundan, endiliga nevn báðar fyrimunirnar, men ger ein til høvuðs og hin til “eyka” fyrimun.
Tips til sosialu miðlarnar.
Føl teg fram. Tú mást tillaga hvat tú uppslær, útfrá hvussu fólk reagera til tíni uppsløg.
Um tað er eitt vanligt uppslag, endiliga verð stuttlig/ur, tí tað gevur fyritøkuni ein persónleika.
(Ikki viðmælt við lýsingum, tí tú brúkar pengar at lýsa, og humørur selur ikki beinleiðis.)
Ger uppsløg filmað í arbeiðsplássinum. T.d. um arbeiðsplássið er ein skrivstova, interview’a starvsfólkini við stuttligum spurningum - hetta er undirhaldandi fyri bæði ungdómin og vaksin. Umaftur, tí tað gevur fyritøkuni persónleika.
Um tú ikki orkar alt hatta sosialir-miðlar halløj’ið, so elski eg tað arbeiðið. Send mær ein fyrispurning á hey@palsson.fo ella ring á 22 91 03.





.png)
Comments