top of page

Kundin hevur tíð. Men, bara ikki til tín.

Updated: May 2

  1. Ver undirhaldandi.

Tá onkur situr og skrollar á Facebook, Instagram ella TikTok leita tey eftir undirhaldi. Tey keða seg ella vilja fáa tíðina at ganga skjótt.


So, hvat heldur tú títt tilboð ella lýsing skal vera?


Gloym alt um vøruna ella tænastuna hjá tær. Hvussu kann lýsingin, í sær sjálvum, skapa virði fyri hyggjarar?


Pínadoy, knivskarp er du! Ja, tilboðið ella lýsingin skal vera… undirhaldandi!


Eg fylgdi hesum ráðunum í tí lýsingini tú akkurát trýsti á. Eg segði okkurt, sum gjørdi eina lítla reaktión.


Tú hugsaði: “Hvat billar hann sær inn? Kundin? Ikki tíð til mín?!”

(Kanska hugsaði tú ikki akkurát tað, men har umleið, ha?)


Nú dugir tú longu at gera eina lýsing rætt á sosialum miðlum. Ver undirhaldandi.


  1. Tú hevur 1,7 sekund. Og, so, nú!


Ein kanning vísur á tíðina, tað tekur hjá hyggjarum at taka eina avgerð ímillum at skrolla ella blíva við at hyggja. Longri sosialir miðlar hava verið til, styttri er tíðin blivin. Nú er hon umleið 1,7 sekund.


Ja… tú hevur 1,7 sekund, inntil hyggjarin hevur tikið avgerð, um tú ert áhugaverd/ur ella ei.


Í lýsingum blívur tað 1,7 sekundið, enn og styttri, tí har eru tekn, ið fáa hyggjaran at skrolla í stundini.

Tað eru tekn, sum 'Sponsored' og call-to-action, har ið tað stendur "Send Message" ella líknandi.


Tekn sum ‘Sponsored’ og ‘Send message’, kunnu gera at hyggjarin skrollar beinavegin.
Tekn sum ‘Sponsored’ og ‘Send message’, kunnu gera at hyggjarin skrollar beinavegin.

2.1 Hvussu man fangar innan 1,7 sekund (ella minni).


Tá tú gert eina lýsing, skalt tú skapa virði beinavegin.


Og, minst til, tú kanst ikki fanga øll. 

Far eftir einum ávísum málbólki.


Um tú nøktar ein ávísan tørv, hjá einum ávísum málbólki, fangar tú tann málbólkin.

Bara lýs tað stutt og greitt:


Orðnar tú bilar?

Fanga beinavegin, við at lýsa eina ávísa tænastu.

Ikki lýs, at tú orðnar vindeygu, skiftir motorolju og vaskar bilin.


Ger tað týðiligt á lýsingini, t.d. við einari stórari yvirskrift:

“Brotið forrútin?”


Nú, øll ið hava brotið vindeyga, hevur tú fangað uppmerksemið hjá.


Um tú ikki tímur so væl alt sosialir miðla-halløjið, so elski eg tað arbeiðið.

Skriva til mín á hey@palsson.fo ella ring á +298 22 91 03.


Alt tað besta,

Sigmundur.

 
 
 

Comments


bottom of page