Tú mást byrja við at svara ‘hví?’
- SIP Media

- May 1
- 2 min read
Updated: May 2

Kundin hugsar tað ikki tilvitað, men lýsingar sum bara fortelja hví tú gert hvat tú gert, byggja loyalitet, álit, virðing og gera teg kendari.
Eg hevði viðmælt bókina ‘Start With Why’ um tú ert sera áhugaður í hesum evninum. Um ikki, heldur hendan greinin tað einfalt og lætt at skilja.
Við tí sagt, um Martin Luther King Jr. visti akkurát hvat hann skuldi gera, fyri at enda segregatiónina í USA, men ikki virkaði eldhugaður um tað, hevði ongin heilt lurta eftir honum.
Tey høvdu ikki fingið áhuganina, og bara staðið still.
Men, tí MLK jr. hevði eina talu, sum bara svaraði upp á ‘hví’ hann ætlaði at enda segregatiónina (‘I have a dream’ talan), so var tað ikki neyðugt hjá fólki at vita hvat tey skuldu gera.
Tey vóru eldhugaði nokk, til at verða kreativ, arbeiða í bólkum og gera tað sum føldist rætt.
Tað einasta sum motiveraði tey, var hugskotið um eina betri framtíð.
Og tað motiveraði nógv.
So er tað tú. Hvat gert tú til at betra framtíðina?
Eg sjálvur elski, at síggja ein kunda hjá mær fáa hægri sølu, bara tí vit hava eitt gott samstarv saman.
Hann ger sítt vanliga business, og eg reki nýggjar málbólkar til hann. Hann ger tann ringa partin, men eg geri tað hann gott nokk ikki tímur at gera.
So, mítt ‘hví’ er:
Eg vil hjálpa teimum smærru føroysku virkjunum at vaksa, uttan at brúka allar navnsins pengar og ognir.
Hví’ið hjá teimum allar størstu fyritøkunum sokkar sum oftast.
Tey eru longu har uppi, hví skuldu tey voksi fyritøkuna.
Teirra ‘hví’ er sum oftast sera generiskt ella røkkur eitt sindur ov langt.
Lego vil gera bestu byggjararnar í øllum heiminum, siga tey.
Teir røkka ikki so langt, men teir eru Lego - hvør fer at steðga teimum.
Sama við Nvidia, Samsung, LG, o.s.fr.
Antin er hví'ið
Generiskt: “vit vilja vera tað mest álítandi virkið, sum gevur út bestu vøruna.”
Øll kunnu siga hetta um seg.
ella
Røkkur ov langt: “vit vilja taka yvir verðina við okkara steerinljósi.”
Vónandi er tað bara mega-fyritøkur, ið eru býtt nokk til at siga sovorði.
Hvíl í tínum hví.
Tú mást liva títt hví.
Allar gerðir fyritøkan ger, kann ikki vera ein mótsetningur til hví'ið.
Tú mást stuðla títt hví undir øllum gerðum.
Tað virkar fløkt, men tað er einfalt.
Um tú selur dunkar ið eru tillagaðir til súkklarar, bið eigaran av virkinum súkkla ein túr og ger eina kampagnu úr tí.
Umboða hví'ið, so umboðar tú fyritøkuna væl. Umboða fyritøkuna væl, so byggur tú álit. Byggur tú álit, so verður fyritøkan dámd.
Tey fýra trinini, men enn og einfaldari.
So hetta eru tey trinini, tú mást fylgja:
(Næstan) bara tú kanst siga tað.
Kann blíva til veruleika.
Okkurt sum fær fólk at flyta seg.
Liv í tínum hví'ið.
Um tú ikki tímur so væl alt sosialir-miðla halløj'ið, geri eg tann partin fyri aðrar fyritøkur.
Skriva til mín á hey@palsson.fo ella ring á 22 91 03.





.png)
Comments