top of page

Prísurin er IKKI trupulleikin

Updated: May 2

  1. Sjálvsabotasja.

Tá tú koyrir á einari gøtu, og skeltið “Ver Varin” er á einum pela, lækkar tú ferðina við 5km/t? Gott, blív við, við tí.


Tá tú ert í Bónus og har er ein vøra fyri 10kr, sum plagar at kosta 50kr, tjekkar tú líka nær hon gongur út, áðrenn tú fert til kassan?


Trupulleikin her er ferðin.


Tá tín lýsing um tína vøru, virkar ov góð til at vera sonn, fyri kundan, bremsar tú fyri hann.

Eitt tilboð eigur at skapa spenning. Men, tá tú gert eitt ov stórt tilboð, gerast tey ivasom, og ikki líka skjót til kassan.


Tað fer kanska at rigga nakrar ferðir at gera stór tilboð, men ofta er tað ein hamari á egnu hond. 


Eitt stórt tilboð er eitt sokallað “cash-grab”, tá man vil hava pengar skjótt, og ikki hyggur langt fram.


  1. Virði.

At gloyma hetta er ein størri trupulleiki enn sjálvsabotasja.

Hetta er at halda, at kundin sær tað sama, sum tú sært. Sjálvandi gera tey ikki tað.


Tú sært virðið, og tú heldur eisini at kundin ger. 


Ja, tín dunkur er “slim fit”, men bara tú veit virðið í tí smálutinum. 


Sig heldur: “Dunkurin 3000. Hann passar í ein kopp-haldara. Tí nú veit kundin at dunkurin skapar virði, og afturat tí veit hann smálutin: hann er klænur.


Um vøran hjá tær skapar virði, og kundin skilur tað, keypir kundin vøruna.


Men ofta royna virkir at proppa lýsingar, við øllum fyrimunum tey hava. Hetta er ein lættur feilur at gera. 


Loysnina til hendan trupulleikan, kalli eg fyri “lutarskipanina”, tá eg arbeiði við myndum/grafikki. Bara ein lutur skal taka mest av uppmerkseminum, á einari mynd.


Ikki tveir lutir sum taka 50/50 av uppmerkseminum, ella tríggir sum taka 33/33/33.


So, fylg LEF-regluni. Tað er týdningarmikið.


2.1 LEF-reglan

Lýs ein fyrimun.


Tú hugsar kanska:

“Sjálvandi skal man lýsa ein fyrimun, tað er einføld marknaðarføring.” 


Men nei, tað er ikki tað eg meini.

Eg meini, lýs bara ein fyrimun/smálut per lýsing. 

Tað er hvat lutarskipanin handlar um, í hesum samanhangi.


So skjótt tú lýsir fleiri fyrimunir, hálar tú uppmerksemið vekk frá øllum av teimum.

Ein fyrimun per lýsing - Please!


Ikki fortel at tín dunkur passar í ein kopphaldara, heldur kuldan í 24 tímar, ger hetta, hatta, ditt og datt. 


Tildømis: Kirvi. 


Kirvi lýsir bara ein fyrimun á sínari fløsku: MOUNT :føroyskt-flagg: 


Tað er nokk, til at selja bæði føroyingar og útlendingar. 


Góð marknaðarføring, Kirvi (Sendistovan gjørdi faktiskt nýggja design’ið á fløskuni).


Kirvi hevur aðrar fyrimunir, sum pH-virðið á vatninum. Tó vita tey í Kirvi væl, at pH-virðið ikki er nóg týdningarmikið at hava á sínari fløsku, og fer bara at hála uppmerksemið vekk.

Merkið: Kirvi, Design á fløsku: Sendistovan
Merkið: Kirvi, Design á fløsku: Sendistovan

2.2 Tó eru undantøk,

sjálvandi.

 

Tildømis, um tað er eitt filmsbrot ella ein langur tekstur, serstakliga um tína vøru - koyr ahead. Lýs alt, tí kundin kvalist ikki av tí.


Hann hyggur ella lesur, tí hann er áhugaður í forvegin. Hann leggur í smálutirnar og fyrimunirnir. Kanska kennir hann longu til eina líknandi vøru, ella er ein loyalur kundi hjá tær!


Um tú ikki hevur tíð at marknaðarføra, so geri eg lýsingar á sosialum miðlum. Eg kosti heldur ikki nógv.

Royn at skriva til mín á hey@palsson.fo ella ring til mín á 22 91 03.


All the best,

Sigmundur P.

 
 
 

Comments


bottom of page