Orðna tínar Yvirskriftir - Tvífalda tínar Kundar
- SIP Media

- Jul 17, 2025
- 4 min read
Updated: Sep 10, 2025

Hevur tú onkuntíð brúkt meira tíð uppá yvirskriftina enn lýsingina sjálva? Tað kenna vit øll til, tíverri.
Og hvørja einastu ferð hevur hon ikki víst seg at virka. Null “clicks”, Null sølur og null kundar.
(Kanska ein ella tveir, rætta uppá meg um eg taki feil)
Hví?
Tí at, yvirskriftin fær ikki fólki at steðga á.
Yvirskriftin skal stoppa skrollingi. So hevur tú fangað teirra uppmerksemi.
Tað fari eg at læra teg í hesi grein.
Klár/ur?
Ikki Uppmerksom

Fólk skimma yvirskriftirnar, tá tey skrolla.
Og tær ið vinna hava tveir faktorar.
Stutt og greitt
Spennandi innihald
Fá fólk leggja í innihald ið er:
✅ Stutt og greitt
❌ Keðiligt
Og fá verða fangaði um innihaldið er:
✅ Spennandi
❌ Long og ógreið

Long og ógreið
Fyrst fari eg at læra teg at gera hana stutta og greiða.
Ein long og ógreið yvirskrift kostar tær fleiri kundar.
Okkara lærarir søgdu altíð tað sama:
“Stutt og greitt!” Stuttligt nokk, er tað eisini tað eg sigi við mín frisør.
“Stutt og greitt” er eitt orðatak.
Tað tosar um at hava ein javnvág ímillum at halda tað stutt og eina góða frágreiðing.
Man skal ikki stytta tað so nógv man kann, og heldur ikki gera tað so greitt sum man kann.
Ein ov greið yvirskrift:
"Fá Keramiska Slættijarnið, ið Hjálpur Frísuttum Hári og er Klárt Innan 30 Sekund — Lekkurt, Silkimjúkt og Skínandi Hár hvønn dag!"
Ella ov stutt:
“Lekkurt, nýtt slættijarn”
Øll forvænta silkimjúkt og skínandi hár frá einum nýggjum slættijarni.
Og ongin leggur í eitt slættijarn sum er “lekkurt og nýtt”. So um tú blandar tað saman,
so blívur tað okkurt sum:
“Slættijarn, klárt innan 30 sekund - einans 1099,-”
Nú hevur tú nevnt detaljur tey faktiskt leggja í.
Alt annað kanst tú koyra í myndir ella tekst-innihald.
Keðiligar yvirskriftir
Uppiyvir gjørdi eg eina spennandi, stutta og greiða yvirskrift.
Nú fari eg at læra teg hvussu man ger tær spennandi.
Ikki sig alt. Sig tað sum siga skal.
Nógv blíva alt ov spent um vøruna og royna at stappa alt í eina yvirskrift.
T.d. ikki nevn at tín vøra fæst í ymiskum litum í yvirskriftini.
Tað kanst tú gera í innihaldinum onkustaðni ella bara á heimasíðuni.
Tað hjálpur ikki yvirskriftini, men tað kann eggja kundan at trýsta á ‘Keyp’ seinni.
Fólki vilja ikki lesa hagtøl ella detaljur, uttan so tú dugir at gera tey áhugaverd.
Hendan t.d. er stutt og greið, men keðilig:
“Slættijarn, 90% av kundum eru nøgd við - einans 1099,-”
Stutt og greið ✅
Keðiligt hagtal ❌
Óklárur um fyrimunin ❌
Men yvirskriftin frá í áðni, hon flugubeinar øll trý:
“Slættijarn, klárt innan 30 sekund - einans 1099,-”
Stutt og greið ✅
Bara 30 sekund at upphita
Spennandi detalja/hagtal ✅
Fyrimunurin, at tey kunnu spara nógva tíð hvønn morgun
Fyrimunur lýstur ✅
Tú mást hava flugubein við allir tríggjar faktorarnar.
IKKI minni. Tak tað frá mær.
Her er hvussu tú kanst gera hatta til allar tínar yvirskriftir.
Finn allar fyrimunirnar tú hevur um vøruna ella tænastuna.
og prøva tey av.
Spyr fólk hvørja fyrimunir, høvdu selt tey.
Hav javnvága millum at greiða væl frá og at skriva tað stutt.
Pro Tip: Ikki blív ov spentur og trýst á ‘Post’ beinaveg, bíða ein dag og hygg aftur at yvirskriftini.
Nú veitst tú tað vigtigasta, men vilt tú verða best/ur í kappingini? Les víðari.
“Tú-reglan”
At skapa samband við kundan
Í yvirskrftini havi eg brúkt orðið “tínar” 2 fer.
Og kjansirnir eru at akkurát tað orðið er grundin fyri at tú trýsti á. Tú-reglan er vigtig.
Tað er tí eg hermi eftir stjóranum hjá Apple, Tim Cook.
Tá Tim Cook stendur frammanfyri 1000 fólk, sigur hann enn “Við iPhone 24 fert TÚ at kunna…”.
Og í ár 2120 fer AI Tim Cook enn at standa á pallinum og siga “Við AIphone 230 fert TÚ at kunna…”.
Hví? Tí tað RIGGAR. Tað tosar um TEG, og eingin er vigtigari í tínari verð, enn tú.
Løtt snild? Ja, effektiv? Ja.
Men ikki “bullshit’a”, tí so leggja tey ikki í meir.
“Too Good To Be True”
“Et hetta - liv 20 fleiri ár”
Hetta blaðið lovar tær okkurt alt ov gott, so tú hugsar tað kann ikki vera satt.
So tú gert eitt av tveimum:
Tú ignorerar blaðið
Tú skimmar skjótt ígjøgnum tað, verður ónøgdur og keypur ikki vøruna.
Nú á døgum falla fá fólk fyri tilboðum sum ljóða “Too good to be true”.
So um tú selur eitt sunt jogurt ikki dramatisera, ver erlig/ur.
Ikki sig “liv 20 fleiri ár”, men sig ein verðurligan fyrimun.
Tildømis:
“Stuðla Tínari Sodning við Lekkrum Morgunmati - 34,99,-”
Nú hevur tú lýst ein verðuligan fyrimun um títt sunna jogurt.
So, um tú ert ónøgdur við tínar yvirskriftir ikki gev upp, blív við og arbeið uppá tær.
Tað lættasta tú kanst gera er at implementera tað ið eg hava tosa um í greinini, og venja teg.
GG. Vilt tú hava mín at kanna yvirskriftinar hjá tær?
Skriva, ring ella send eitt bræv (endiliga ikki send eitt bræv) til mín her. Og vit kunnu taka eitt óbindandi prát.



.png)
Comments