top of page

Minni avrik = Meira úrslit

Updated: Sep 10, 2025

Allir tínar lýsingar hava altíð eitt ‘hví’. Er tað at gera fyritøkuna kendari? Økja sølur? Byggja álit?


Tað ringasta við at gera lýsingar, er at tú mást verða liðugur við tær. Og at hon má vera góð nokk til at betra tíni úrslit munandi.


Í endanum av hesi grein fert tú at læra tað. Betra tíni úrslit. Gera lýsingar regluligani.


Og so gott avrik at tínar lýsingar reka massar av úrslitum inn.


Til reiðar?



Avrik/Avmarking Javnvágin




Tað er einfalt.


Ein deadline er ein tíðarfreist.


Um tú vilt perfektera tína lýsing verður tú aldrin liðug/ur.

At koyra meira avrik í ger alt ov lítlan mun aftaná eitt vist. 


Hon verður ikki perfekt. Kann ikki vera.


Og um tú skundar tær, gevur hon tær skuffandi úrslit.


Nøkur eru perfektionistar og nøkur skundar sær ov nógv.


Men hvør vinnur?


Tann sum skundar sær. Hann verður faktiskt liðugur.


Gert tú eina skilagóða freist? Har er javnvágin.


Lýsingin verður faktiskt liðug, hon hevur avrik og fær eitt jaligt úrslit.



Kundi hon verið betri? Ja. Hon kann altíð vera betri. 


Men eitt jaligt úrslit, er eitt jaligt úrslit.




At gera Skilagóðar Deadlines



Fleiri smáar fyritøkur detta longur og longur aftur í kappingini, tí teirra marknaðarføring verður dovnari við tíðini.


Fleiri lýsingar hvørja viku merkir ikki betri marknaðarføring. Færri lýsingar gevur tær møguleikar at vinna yvir kappingini við ‘Quality over Quantity’.


Tey eru motiveraði. Koyra super nógv avrik í eina lýsing. 

Men hon skuffar. 

Hví?


Tey koyra so nógv avrik í hana at aftaná eitt vist ger tað ikki mun.


Steðga við tí.


Koyr avrik í - men koyr tað í tað rætta.


Gev mær 6 tímar at høgga eitt træ niður, hevði eg brúkt teir fyrstu fýra at hvessa øksina.” - Abraham Lincoln


Fyrireika teg.


Brúk ein dag at fyrireika lýsingina.

Ónøgdur? Brúk tann næsta dagin eisini.

Enn ónøgdur? Les næsta partin “Fyrireiking”.



Ger eina tíðarfreist

soleiðis her:


At fyrireika eina tíðarfreist er lætt. Og øgiliga, øgiliga, einfalt.

Win-win.


Fyrst er at eyðkenna tann størsta feil tú gert. Sum allarhelst er hesin:


Teir fyrstu tímarnir gera størsta mun.

Tú koyrir massar av avrik í, men so flatnar avriki. Tú rennur teg fastan ella gevur upp.


Her er nær javnvágin kemur í spæl.


Eitt lítið ‘tipp’:

Um tú ert á Windows, brúk Focus Hour funktiónina á “clock”-appini.

Set tíðina á 60 minuttir og sett teg og arbeið. Og ikki forstýr teg inntil time’arin rakar null.


So, fyri at gera eina tíðarfreist, skalt tú halda reglugligt avrik í gjøgnum alt.


So ístaðin fyri at brúka fyrsta dagin á litir, design, tekst-innihald, o.s.fr. brúk hann á ein To-Do lista. Spreið hann út í tvær vikur.


So leggur tú øgiliga skjótt merkis til um tvær vikur er ov nógv ella ov lítið.


So einfalt og lætt er tað.


Lang søga stutt:


Ger nakrar flugubein kassar, set teir í ein kalendara og justera um tú hevur brúk fyri meira ella minni tíð.


Ó/nøgdur við hesu grein? Brúk fyri meira vitan? Ein marra tú hevði í nátt tú vilt fortelja um? Viðmerk niðanfyri.


Vónandi kanst tú brúka tað ið tú hevur lært.


Alt í lagi,


Sigmundur


Psst… Hevur tú runnið teg fastan í einari lýsing ella uppslagi?


Skriva ella ring til mín her

Eg kann hjálpa tær fyri ókeypis. Ongin binding.

 
 
 

Comments


bottom of page