Fólk Keypa Ikki, Tí Tey Skilja Ikki.
- SIP Media

- Aug 18, 2025
- 3 min read
Updated: Nov 17, 2025
Tá ið Palsson var akkurát byrja, fór eg til ein klædnahandil at bjóða tænastuna. Eg kom inn, og har stóð leiðarin. Ein høgur big boss. Eg var ófyrireikaður og nervøsur. Men eg royndi at atlit til mítt besta.
“Øhm, so vit gera sovorðnar lýsingar og sórit og-”
Hann breyt meg av: “Ja men, hvat gera tit?”.
Tá varð eg forvirraður og royndi at forklára umaftur. Men tá var áhugin longu taptur. Hann breyt meg av umaftur: “Nei takk”.
Trupulleikin? Tað sum eg legði í, var ikki tað, ið hann legði í. Eg legði í okkara dugnaskap í video-klipping, marknaðarføring, o.s.fr. Hann kundi ikki lagt minni í tað. Hann legði í hvussu vit kundu gera ein mun til hansara reyvalumma. Mítt pitch fekk hann at hugsa "Hesin fer bara at gera skaða til mín reyvalumma."
Satt? Nei. Mín skyld hann hugsaði so? Ja.
So, nú fari eg at læra teg tað vigtigasta: Hvussu tú kanst svara øllum spurningum hjá tínum kundum. Áðrenn teir eingongd spyrja.
Og tað økjur sølu.
Hvussu Ljóðar Man Spennandi?
Spennandi. Tað mótsatta av keðiligt. Spennandi lýsingarnar koyra pengar í reyvalumman. Og einfalt er tað.
Um tú klárar at raka trý punkt í heilanum hjá kundanum, klárar tú at raka sálina. Tey trý punktini eru hesi:
Stutta og greiða punktið.
Spennandi detalja punktið.
Fyrimunurin er sjálvsagdur punktið.
Tú mást flugubeina øll trý punktini. Um tú manglar eitt, eru hini til onkis. Heitið á hesari grein er øll trý, og tí bleivst tú fangað/ur.
Í heitinum segði eg onki um at greinin fór at vera lærurík. Hon kundi havt verið ein kanning. Men eg gjørdi tað sjálvsagt, at hon er ein lærurík grein. Tað ger so at tað ikki følist sum ein søla. Tað følist sum at kundin fær okkurt burturúr tí.
So við tí kunningini, hvussu hevði eg skula svarað spurninginum? Hann spyr “Ja, men hvat gera tit?” Eg svari “Vit gera so at skrollarir á Facebook, Instagram, TikTok, you name it, verða *fangaðir kundar. Tú sært bara at sølan økjur, og hugsar “hvat ólukkan hendi har?”. Uttan at forstýra teg”
Har tosaði eg bara um hansara fyrimun. Gjørdi hann sjálvsagdan. Og um eg segði “vit”, var tað tí eg forkláraði hvussu vit kundu gera ein mun, ikki tí eg nevndi hvat vit dugdu.
Betri Lýsingar, Betri Úrslit
Nú, lat okkum tosa um, hvussu tú kanst gera tínar lýsingar meira spennandi.
1. Kanna Málbólkin
Fyrst, mást tú kenna hvør kennur teg, og so hvør leggur í teg. Hvat eru teirra áhugamál? Hvat er tað, ið fær teirra áhuga? Um tú kennur kundan, er lætt at vera sølumaður ;)
2. Nýt Ávirkandi Orð
Orð, ið fáa fólk at hugsa, at teir máa hava tað, tú selur. Orð/tilboð sum "5 [hondsápur] eftir", "Black Friday" (ella jólartilboð, you get the point), og "útsøla" kunnu gera undur.
3. Fortel Søgur
Fortelja søgur í lýsingunum. Søgur fanga áhugan og gera tað meira persónligt. Tí kundar elska at hoyra um, hvussu onnur hava brúkt tínar vørur.
4. C-T-A (Call-To-Action)
Allar lýsingar skulu hava eina kall til aksjón. Sig, hvat tú vil, at teir skulu gera. "Kaupa nú", "Tilmeld teg", ella "Fá tilboð" eru góðar kall til aksjón.
At marknaðarføra rætt og gera spennandi lýsingar, er ringt, enn tá fyri David Ogilvy. Men, við at fylgja hesum ráðum, kanst tú lættiligani fáa betri úrslit.
Vælgagnist,
Sigmundur.
GG. Eg kann gott kanna yvirskriftina ella uppslagið hjá tær, fyri ókeypis. 0 binding. Skriva ella ring her



.png)
Comments