Ger tínar Lýsingar SPENNANDI
- SIP Media

- Aug 7, 2025
- 2 min read
Updated: Sep 10, 2025

Meginparturin av lýsingum á sosialum miðlum eru keðiligar.
Tað er løgi tí tað er so lætt og einfalt í verðuleikanum. Har eru nøkur fá trin tú skal minnast. So vinnur tú longu yvir kappingini.
Tey trinini fari eg at læra teg í hesi grein.
Klár/ur?
At Geva Yvirskriftini Spenning
Í tínari yvirskrift skalt tú bara gera trý ting rætt. Eitt: Stutt og greið. Tvey: Hava eina spennandi detalju ella hagtal. Trý: Fyrimunurin frá detaljuni/hagtalinum skal vera sjálvsagdur.
Ikki gloym eitt av tí. Hon skal hava øll trý.
Her er hvussu man ger tað:
Javnvágurin.
Slappa av.
Reinan spenning er ikki tað yvirskriftin er um.
Ein Facebook lýsing sum er alt ov spent lýsur sítt ur soleiðis:
“Endiliga, Stílreina Urið við Safir-Glasi, 10ATM Vatntætt og Ekta Leðurbandi – Komin aftur á goymslu!”
Tað má ikki nevna ting tey longu vita, sum útsjóndina av tí.
“10ATM Vatntætt”
Hatta er spennandi detalja, men fangar ikki uppmerksemi.
Koyr hana í tekst-innihaldið ella á heimasíðuna
“Ekta leðurband”
Tey síggja at tað er leðurband og at tað er ekta er spennandi, men fangar ikki uppmerksemi. Koyr tað í tekst-innihaldið niðriundir.
-
Men um lýsingin var spennandi og dugdi at fanga uppmerksemi.
Hevði hann skrivað soleiðis:
“Bygt sum ein tarvur. Nýtist sum ein klædningur”
Og víst eina fína mynd av urinum
Ur er alt um status og fashion, so ger heitið kunstigt.
Í tekst-innihaldinum kanst tú nevna tað vatntætta, ekta leðurband o.s.fr.
Jú, yvirskriftin skal vera spennandi, men fangandi slagið av spennandi.
Vilt tú fáa enn og meir vitan um at gera yvirskriftina?
Les so her
At Geva Uppslagnum Spenning
Innihaldið ið ikki fer í yvirskriftina
Nå, tú ert komin so langt.
Har er bara eitt eftir til at dominera yvir kappingini hjá tær.
Les víðari, trust me.

Um yvirskriftin er fiskihúkurin, er uppslagið fiskimaðurin.
At gera tínar lýsingar spennandi, nýtist ikki at vera innvikla.Tildømis:
At gera Eina Lítla Søgu
Um tú kanst lýsa tína vøru við einari søgu, hevur tú eina gullnám í lógvanum.
Tildømis, vit kenna øll hugtakið “before and after”.
Við hugtakinum kanst tú skapa eina søgu burturúr júst tveimum myndum
Vaskar tú bilar, selur eina slágimaskinu ella okkurt líknandi?
Ja men, slág so eitt “before and after” uppslag á títt Facebook.
Um tað er áhugavert nokk, fært tú nógv betri sølu.
Men kanska er har ongin søga at fortelja?
Enn er tað lætt.
“WOW” effect
- uttan eina søgu
Finn hvat er spennandi um vøru ella tænastuna og far meir í smálutirnar.
Kanska tín vøra er gjørd úr einum kulum materiali?
Tak eina mynd har tu zoom’ar langt inn á tað.
Um marknaðurin er ungur, ver stuttligur.
Um marknaðurin er eldri, reypa eitt sindur um vøruna/tænastuna.
Afturlagi,
Sigmundur
Vilt tú hava hjálp við tínari egnu yvirskrift? Skriva til mín her.
100% Ókeypis
0 binding.



.png)
Comments