Ikki sel Vøruna, sel Loysnina.
- SIP Media

- May 14, 2025
- 2 min read
Updated: Sep 10, 2025
Sum ein íverksetari ert tú spentur um vøruna. Tað er gott - Men tín kundi leggur ikki í tína meining.
Panodil selur ikki eina pillu, tey selja eina loysn. Eina loysn uppá tína høvuðpínu.
Bygma Balslev selur ikki bara máling, tey selja eitt flugubein á tín To-Do lista.
Man skal selja loysnina og ikki vøruna, tí eingin keypur tína vøru, tey keypa loysnina tú bjóðar.
“Ja men, hvat er loysnin við einum Rolex’i? Tað er bara eitt fínt, overpriced ur. Tað kann ikki hava nakra loysn.”
Jú. Kundarnir hjá Rolex mangla status. Rolex selur eina loysn uppá status-mangul.
Øll sum keypa, keypa altíð eina loysn.
Tín kundi leggur IKKI í teg.
Aldrin.
Sum íverksetari er tað lætt at vera fastur í sínari egnu bløðru. Tað sum er vigtigt fyri teg blívur til alla verðuna, og tú klárar ikki at hyggja vekk.
Tú hevur arbeitt so hart eftir at tín vøra hevur bestu ‘specs’ gjørligt, at knappliga er tað alt tín vøra er um.
Tað er nakað tvætl. Vita hví? Tín kundi leggur ikki í teg. Ikki sum aktivur hatur, men meira sum “hví burdi eg lagt í?”.
Tað er tað tú skalt svara uppá.
Eingin leggur í at tín vatnfløska er úr rustfríum stáli.
Tey leggja í at kalda vatnið heldur upp til 12 tímar. Nevn tað.
Ein persónur vil geva tær sínar hard-earned pengar, fyri at loysa ein trupulleika. Um tú hevur slágimaskina til ein ið hevur alt ov høgt gras, fer hann at geva tær pengar.
Sel Loysnina, Soleiðis her:
Tildømis, fortel eina søgu við einari mynd.
Tú selur ikki atgongumerkir, tú selur hetta:


Tú selur ikki eina slági maskinu, tú selur lykilin til eina pena grasplen:
Ikki stappa loysnina niður í hálsin á teimum. Onkuntíð kann fyrimunurin vera sjálvsagdur.
Við hasum myndunum uppiyvir, heldur hyggjarin ikki at tú roynir at selja tey og taka pengarnar.
Tey síggja bara eina loysn uppá teirra trupulleika, og hugsa ikki um teg ella pengarnar (uttanso prísurin er ov høgur).
So, langa søgu stutta, lýs tína vøru. Ikki lýs slágimaskina, lýs lykilin til eina pena grasplen.
Skilur tú?
Okey, hatta var slett ikki so ringt :) Far og implementera snildirnar eg havi lært teg og boom. Clicks. Søla. Pengar.
Alt í lagi,
Sigmundur.
Pst. Vilt tú hava hjálp at selja tína loysn?
Eingin binding. Eingin kostnaður.
Ring, skriva ella send eitt bræv (endiliga ikki send eitt bræv) til okkum her.



.png)
Comments